Lærlingar

Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið hjá Reyni Service

Kom í læru hjá størsta og fremsta plátu- og lakkverkstaðið í Føroyum

Plátuverkstaðið hjá Reyni Service tekur sær av umvælingum av alskins bilskaðum og á nýggja og framkomna lakkverkstaðnum eru tvær sproytikabinur, har pláss er fyri tveimum bilum í hvørjari kabinu. Her fer øll sproytingin av bilum og billutum fram í bestu umstøðum.

Vit sóknast eftir einum lærlingi til pláturverkstaðið og einum lærlingi til lakkverkstaðið.

Tú verður partur av einum vælvirkandi, arbeiðssomum og dugnaligum toymi. Vit stremba eftir at veita bestu tænastu til kundan, har kundanøgdsemi og góðska er í hásæti.

Vit vænta

Vit vænta at tú hevur áræði og góð samstarvsevni, at tú tekur við nýggjum arbeiðsuppgávum sum spennandi avbjóðingum.

Koyrikort er ikki eitt krav, men hetta er tó ein fyrimunur.

Setanar- og lønarviðurskifti

Størvini verða sett og lønt sambært galdandi lærlingasáttmálum. Lærlingaútbúgvingini inniber skúlagongd í Danmark.

Umsóknarfreistin er 19. august 2022.

Ynskir tú meira upplýsingar um størvini, fyritøkuna ella annað, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Høgna Dam, verkstaðsleiðari á plátuverkstaðnum á 22 66 39 ella teldupost hd@rs.fo.

Send umsókn