Rav4 Plugin Hybrid *Nýggir prísir
Aftur til yvirlit
Rav4 Plugin Hybrid *Nýggir prísir

Meira orka – minni útlát

Vi nýggju Plugin-Hybrid útgávuni av Rav4 hevur flotti og orkufullu SUV-bilurin hjá Toyota fingið enn sterkari vøddar undir hjálmin, samstundis sum útlátstølini eru kvett munandi niður.
Krútsterki motorurin gevur 306 hestar, og hesir kunnu flyta bilin frá 0-100 km/t upp á bert 6 sekund.
Hybrid-tøknin og sterka háorku lithium-battaríið bera við sær, at bilurin kann koyra upp til 75 kilometrar við reinari el-orku, og samlaða útlátið verður minkað heilt munandi. Sambært
Uttanlands hava bila-ummælarar verið fullir av rósandi orðum um nýggja limin í Rav4-familjuni, og eisini á Reyni Service eru vit fegin og errin um, at vit nú kunnu bjóða føroyingum hendan møguleikan.
CO2-útlát
22
HK
306
0-100 km / t (sek)
6,0

0-100 km / t (sek)
6,0
Brennievni
Hybrid
Orkuklassi
A+
Km / l
100
Keyp ein Toyota

Ongar útreiðslur til viðlíkahald í 3 ár

Tá tú keypir ein nýggjan Toyota, fært tú ein 3 ára servicepakka við í keypinum*

Ein Toyota 3 ára servicepakki fevnir um øll eftirlit, allar umvælingar, allar eykalutir og alt vanligt viðlíkahald. Servicepakkin er galdandi í 3 ár ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 90.000 km.

  • Ókeypis árligt og hálvárligt eftirlit
  • Ókeypis umvælingar
  • Ókeypis Toyota eykalutir
  • Ókeypis viðlíkahald og skift av bremsum
  • Ókeypis olja, løgir og skift
  • Ókeypis perur og skift
  • Ókeypis viskarar og skift
  • Ókeypis sprinklaraløg og áfylling
  • Ókeypis filtur og skift
  • Ókeypis bilhjálp í Evropa
    Toyota bilhjálp er galdandi í Føroyum og í meira enn 40 londum í Evropa. Toyota bilhjálp umfatar millum annað hjálp í sambandi við ferðsluóhapp, punktering, innistongdar lyklar, tóman bensintanga, skeivt brennievni og um bilurin er tómur fyri streym.
  • Ókeypis vask av bili ísv. eftirlit
  • Ókeypis tøkniligar dagføringar
  • Hægri søluvirði á bilinum
    Er bilurin viðlíkahildin av serfrøðingum og eftir forskriftunum, hevur hann eitt hægri søluvirði.

* Toyota 3 ára service pakkin er galdandi fyri allar nýggjar persónbilar.
  Servicepakkin er ikki galdandi fyri vøruvognar, hýruvognar og skúlavognar.

Rokna bilfígging

Gjald pr. mðr.
1.275 kr.
Treytir fyri bilfígging

*Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri. *Rentan er skiftandi *Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 25% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 100.000 kr. *Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.

Send fyrispurning

Sølufólk

Kristian Gustafson
251433
kg@rs.fo
Magnus Tróndheim
269096
mt@rs.fo
Jan Jacobsen
254350
jan@rs.fo