Tíðindi
Aftur til yvirlit
01.04.2020

Reyni Service stuðlar Krabbameinsfelagnum

- Øll kunnu vera við til at hjálpa, og hetta er okkara íkast til stríðið ímóti krabba. Tað er orsøkin til, at vit eru fariní gongd við hetta Movember-átakið saman við Krabbameinsfelagnum, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service. Eyðkennið hjá Movember rørsluni er yvirskeggið, sum menn lata vaksa við endamálinum at varpa ljós á prostata-krabba.

- Kvinnur duga ofta væl at savna seg um og sjónliggera krabbasjúkuna, til dømis við ljósareyða ljósunum, sum hevur verið at sæð á fleiri bygningum í oktober, og eisini hevur ljósareyða sloyfan verið nógv nýtt.

- Vit virka í einum umhvørvi, har tað er stórur meiriluti av monnum, bæði tá tað kemur til tey mest biláhugaðu og egin starvsfólk.Og tá okkara virksemi umfatar bilar, mettu vit tað nærliggjandi at geva fleiri bilum yvirskegg. Tað kann tí meiri enn so henda seg, at fólk møta einum av okkara bilum við yvirskeggi í november. Hóast yvirskeggið á bilunum er hugsað sum eitt skemtiligt innslag, so er boðskapurin sera álvarsamur. Endamálið við hesum átakinum er bæði at sjónliggera Movember, men eisini at geva fólki, sum ynskja at keypa ein nýggjan bil, møguleika at stuðla Krabbameinsfelagnum fíggjarliga, sigur Sámal av Reyni.

- Átakið snýr seg í stuttum um, at tey, ið keypa ein nýggjan bil frá Reyni Service í november, eru við til at stuðla Krabbameinsfelagnum við 5.000 krónum. Hendan upphæddin verður beinleiðis stílað til Krabbameinsfelagið vegna keyparan, ella dulnevnt um keyparin ynskir tað. Hvussu væl eydnað átakið verður, er sostatt upp til møguligar keyparar, men vit vóna, at átakið verður væl móttikið.

Hvat peningurin verður nýttur til, lata vit Krabbameinsfelagið gera av. Tey eru betur før fyri at meta um, hvar tørvurin er størstur, tað veri seg til gransking, fyribyrging ella stuðul til onkran, sum er raktur av krabba, sigur Sámal av Reyni.

Lýsingarátakið er galdandi allan november mánað og umfatar allar nýggjar bilar, sum Reyni Service selur í november - eisini um bilurin ikki er á goymslu, og tí verður handaður eftir Movember.

 

Fleiri tíðindi

06.03.2024
Starvs­fólkadagur
22.12.2023
Upplatingartíðir á jólum
23.06.2023
Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið
26.04.2023
Leygar­dagin 29 apríl er opið hús.
20.04.2023
Stongt manadagin 5 juni.
09.03.2023
Starvs­fólka fundur
13.07.2022
Útsøla