Tíðindi
Aftur til yvirlit
11.02.2021

Gylt viðurkenning til Reyni Service

Reyni Service hevur fingið fremstu viðurkenning sum Toyota-umboð

Toyota hevur sína egnu støðumeting av ymsu umboðunum, sum selja Toyota. Fremsta viðurkenningin her er sonevndi gull-boomerangurin. Hesin verður latin teimum umboðunum, ið røkka teimum málum, sum japanski bilrisin setir fyri kundanøgdsemi.

Vit á Reyni Service eru bæði takksom og errin um, at støðumet okkara fyri 2020 var somikið gott, at vit nú aftur kunnu hava gylta boomerangin standandi frammi í hølum okkara í Hoyvík. Har verður hann standandi komandi árið, og vit vilja øll gera okkara besta, soleiðis at kundanøgdsemið framhaldandi stendur seg til gyltu viðurkenningina frá Toyota.

 

Fleiri tíðindi

02.03.2021
Vetrar­tilboð á Ditec
26.02.2021
Opið hús leygar­dagin
24.02.2021
Nýggir Hybrid-prísir
23.02.2021
Hybrid-sølan setir met
08.02.2021
Bilskaðadepilin
03.01.2021
Luksus vørubilar á goymslu
01.10.2020
Lat okkum skifta dekkini