Tíðindi
Aftur til yvirlit
23.06.2023

Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið

Kom í læru hjá Reyni Service, Føroya størsta og fremsta plátu- og lakkverkstaði. Dreymastarvið hjá tær sum dámar at arbeiða við bilum.

Vit leita eftir tveimum lærlingum til plátuverkstaðið og tveimum lærlingum til lakkverkstaðið. 

Í einum stórum, ungum toymi lærir tú av teimum bestu plátusmiðunum og lakerarunum í landinum. Tú arbeiðir við øllum møguligum bilum og sleppur at umvæla alskyns skaðar.

Vit vænta, at tú hevur hug at læra og dugir at samstarva, og at tú ikki ræðist spennandi avbjóðingar. 

Koyrikort er ikki eitt krav, men er tó ein fyrimunur.


Setanar- og lønarviðurskifti

Størvini verða sett og lønt sambært galdandi lærlingasáttmálum. Lærlingaútbúgvingin inniber skúlagongd í Danmark.

Umsóknarfreistin er 8. september 2023.

Umsóknin við viðkomandi skjølum skal sendast til starv@rs.fo, viðmerk lakerari ella plátusmiður.

Ynskir tú fleiri upplýsingar um størvini, fyritøkuna ella annað, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ólav Paulason, verkførara á plátuverkstaðnum, á 35 30 52 ella teldupost op@rs.fo

 

Fleiri tíðindi

06.03.2024
Starvs­fólkadagur
22.12.2023
Upplatingartíðir á jólum
23.06.2023
Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið
26.04.2023
Leygar­dagin 29 apríl er opið hús.
20.04.2023
Stongt manadagin 5 juni.
09.03.2023
Starvs­fólka fundur
13.07.2022
Útsøla