Tíðindi
Aftur til yvirlit
23.02.2021

Hybrid-sølan setir met

Tá Toyota afturi í 1997 sendi fyrsta hópframleidda hybrid-bilin – Toyota Prius – á marknaðin, vóru atfinningarsomu røddirnar nógvar. Men seinastu 23 árini hava prógvað, at hybrid-tøknin hevur gjørt sína ávirkan galdandi.

Hóast alheims sølutølini fyri bilar fulla nakað í korona-rakta 2020, so hevur Toyota ongan tíð áður selt so nógvar bilar við Hybrid-tøkni. Heilt neyvt sendi Toyota 1.959.570 nýggjar Hybrid-bilar á marknaðin í 2020, og tað er ein vøkstur upp á 2% sammett við 2019.

Samanlagt hevur Toyota nú selt fleiri enn 17 milliónir Hybrid-bilar. Tað hevur viðført eina minking upp á 120.000.000 tons av CO2, sammett við støðuna, sum hevði verið, um hesir bilar vórðu drivnir við vanligum bensin- ella diesel-motorum.

Í Europa vóru nærum tveir triðingar av nýggjum Toyota-bilum í 2020 seldir við Hybrid-tøkni. Heima í Føroyum var Hybrid-parturin góð 39%. Eitt tal, sum væntandi verður enn hægri, nú umhvørvisatlit hava fingið størri vekt, tá skrásetingargjøld av motorakførum verða roknað.

Fleiri tíðindi

02.03.2021
Vetrar­tilboð á Ditec
26.02.2021
Opið hús leygar­dagin
24.02.2021
Nýggir Hybrid-prísir
11.02.2021
Gylt viðurkenning til Reyni Service
08.02.2021
Bilskaðadepilin
03.01.2021
Luksus vørubilar á goymslu
01.10.2020
Lat okkum skifta dekkini