Tíðindi
Aftur til yvirlit
24.02.2021

Nýggir Hybrid-prísir

Í farnu viku samtykti løgtingið broytt avgjøld fyri skráseting av bilum við Hybrid- og PluginHybrid-tøkni. Vit hava nú tillagað príslistar okkara í samsvari við nýggju avgjøldini

Broytta lóggávan hevur til endamáls at geva ein avgjaldslætta til bilar við umhvørvisvinarligari Hybrid-tøkni. Í hesum er roknað við PluginHybrid-bilum og sonevndur FullHybrid. Altso bilar, ið eisini nýta elmegi til framdrift.

Avgjaldslættin inniber, at hesir bilar nú rinda nakað lægri skrásetingargjald, og tí hava vit nú tillaga prísirnar til allar Hybrid-útgávur okkara. Talan er um príslækkingar, sum liggja millum 30.000 og 50.000 krónur. Hartil kann søkjast um mvg-afturbering á upp til 70.000 kr., tá talan er um keyp av PluginHybrid. Hesin parturin framgongur eisini av dagførdu príslistunum, sum síggjast aðrastaðni á síðuni.

Fleiri tíðindi

26.11.2021
10 ára garanti frá Toyota
23.06.2021
Kom og royn Rav4 Plugin
26.05.2021
Fyrstu el-útgávur­nar av Lexus
19.04.2021
Vakrasti bilurin
20.03.2021
Ársins bilur í Europa 2021
20.03.2021
Pauli 25 ár á Reyni Service
02.03.2021
Vetrar­tilboð á Ditec