Tíðindi
Aftur til yvirlit
20.03.2021

Pauli 25 ár á Reyni Service

Pauli av Reyni hevur nú starvast á Reyni Service í fjórðingsøld

Tá árligi starvsfólkafundurin hjá Reyni Service var á skránni fríggjadagin, var eisini orsøk at hátíðarhalda eitt av mongu trúgvu starvsfólkum okkara.
Pauli av Reyni hevur í 25 ár starvast á Skaðadeplinum hjá Reyni Service, og hetta varð markerað á degnum.
Sum takk fyri trúgva tænastu fekk Pauli handað málning og blómutyssi frá fyrrverandi stjóra okkara, Eivind av Reyni.
Og sum verandi stjórin, Sámal av Reyni, tók til, so vóna vit at síggja Paula í fyritøkuni í minst 25 ár afturat.

Fleiri tíðindi

26.11.2021
10 ára garanti frá Toyota
23.06.2021
Kom og royn Rav4 Plugin
26.05.2021
Fyrstu el-útgávur­nar av Lexus
19.04.2021
Vakrasti bilurin
20.03.2021
Ársins bilur í Europa 2021
02.03.2021
Vetrar­tilboð á Ditec
26.02.2021
Opið hús leygar­dagin