Tíðindi
Aftur til yvirlit
20.03.2021

Ársins bilur í Europa 2021

Toyota Yaris er enn eina ferð heiðraður. Hesa ferð av europiskum biljournalistum

Í 2020 varð nýggi Toyota Yaris mest selda bilmodellið í Europa. Tað ber greið boð um, at bilkeyparar hava tikið væl ímóti nýggju útgávuni av væl kenda Yaris, og nú stendur greitt, at bilummælarar eru samdir við keyparunum.

59 bil-journalistar úr 23 europiskum londum kjósa á hvørjum ári ársins nýggja bil, og í 2021 var tað altso Toyota Yaris, sum legði alt annað aftur um seg.

 

Rósa hybrid-tøknini

Tað eru fleiri viðurskifti, sum eru orsøkin til, at tíðindamenninir valdu Yaris fram um alt annað.

Góðu koyrieginleikarnir við lága tyngdapunktinum geva eina fasta og neyva stýring, og hetta fekk nógvar rósur. Eisini nýggi hybrid-motorurin – sum er fjórða ættarlið av hybrid-tøknini – fekk góð skoðsmál. Talan er nú um tríggja-sylindraðan hybrid-motor við 116 hesum. Í meðal brúkar bilurin el-megi helvtina av tíðini, og hann megnar at koyra sum reinur el-bilur í upp til 135 kilometrar. Hetta gevur eisini góð úrslit, tí í meðal koyrir bilurin 26,3 kilometrar upp á liturin av bensin, og í býarkoyring er meðaltalið enn betri.

 

 

 

Fleiri tíðindi

26.11.2021
10 ára garanti frá Toyota
23.06.2021
Kom og royn Rav4 Plugin
26.05.2021
Fyrstu el-útgávur­nar av Lexus
19.04.2021
Vakrasti bilurin
20.03.2021
Pauli 25 ár á Reyni Service
02.03.2021
Vetrar­tilboð á Ditec
26.02.2021
Opið hús leygar­dagin