Tíðindi
Aftur til yvirlit
03.06.2024

Hevur tú drive fyri sølu?

Reyni Service søkir eftir sølulærlingi!

 

Klárar tú ikki at bíða við at sleppa út á arbeiðsmarknaðin? So at tú kanst arbeiða við sølu og tænastu - og kanska enntá við bilum? Jamen, tað var gott nokk heppið!

Tí akkurát beint nú leita vit í Reyni Service faktiskt eftir einum lærlingi til okkara søludeild!


TÆNASTAN

Í Reyni Service sleppur tú at arbeiða í einari av Føroya størstu bilasølum. Vit umboða Toyota, sum er fremsti bilframleiðari og mest selda bilmerkið í heiminum!

Eisini her heima hevur Toyota eina langa søgu sum eitt av allarbest umtóktu og umboðaðu bilmerkjum - og alt bendir á, at tað eisini verður so í framtíðini.

 

Í okkara evnaríka og stuttliga sølutoymi fært tú tí møguleikan at mennast bæði sum persónur og sølufólk. Tú fært sera góðar arbeiðsumstøður og ein fjølbroyttan gerandisdag við skiftandi og spennandi uppgávum. Harafturat standa framúr fittu og hjálpsomu starvsfelagarnir altíð til reiðar at hjálpa og læra frá sær!


LÆRLINGURIN

Vit leita eftir einum tænastusinnaðum persóni, sum:

-        Hevur hug at læra alt um sølu

-        Dugir væl at samstarva við onnur

-        Ikki ræðist spennandi avbjóðingar

-        Kann hava nógvar bóltar í luftini í senn

 

UMSÓKNIN

Umsókn skal sendast í telduposti við heitinum “Sølulærlingur” til starv@rs.fo

 

Freistin at søkja starvið er mánadagin 24. juni 2024.

Tó loyva vit okkum at seta starvið áðrenn freistina, um rætti persónurin søkir.

 

SPURNINGURIN

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, fyritøkuna ella annað, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Gustafson, søluleiðara, á tel. 25 14 33 ella á kristian@rs.fo
Allar umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.

Fleiri tíðindi

03.06.2024
Hevur tú drive fyri sølu?
03.05.2024
Leygar­dagin 4 mai er opið hús
01.05.2024
Hví skifta vit til summardekk?
23.06.2023
Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið
26.04.2023
Leygar­dagin 29 apríl er opið hús.
20.04.2023
Stongt manadagin 5 juni.
09.03.2023
Starvs­fólka fundur