Tíðindi
Aftur til yvirlit
26.05.2021

Fyrstu el-útgávurnar av Lexus

El-rikni UX300e kann nú síggjast og royna hjá Reyni Service

Japanska Lexus hevur frá byrjan verið tiltikið fyri framúr góðsku og koyrieginleikar, umframt at snøgg sniðgeving eisini hevur eyðkent luksus-útgávuna av Toyota.

Nú hevur Lexus víðkað um úrvalið av bilum, og er UX300e fyrsti el-rikni Lexus her um okkara leiðir.

Her verður førarin tikin av bóli frá fyrsta minutti – ella kanska sekundi. Við eini megi á 150 kw kann bilurin fara frá stillstøðu upp til 100 km/t upp á bara 7,5 sekund. Koyrieginleikarnir eru eins framúr, sum teir altíð eru í einum Lexus, og sum førari kanst tú seta teg væl til rættis í góðu setrunum og snøggu kabinuni.

Bilurin koyrir upp til 300 km upp á eina løðing, og við at nýta trýa-fasaða løðing kann battaríið løðast upp á minni enn 8 tímar við heimaløðara. Soleiðis er bilurin altíð til reiðar, tá tú næsta morgun aftur skal av húsum

Lexus UX300e kann síggjast á roynast hjá Reyni Service. Prísurin fyri bilin er 568.000 kr. Hartil kann keyparin fáa 70.000 kr. í mvg endurgoldið, soleiðis at nettoprísurin kemur niður á 498.000 kr.

Fleiri tíðindi

23.06.2021
Kom og royn Rav4 Plugin
19.04.2021
Vakrasti bilurin
20.03.2021
Ársins bilur í Europa 2021
20.03.2021
Pauli 25 ár á Reyni Service
02.03.2021
Vetrar­tilboð á Ditec
26.02.2021
Opið hús leygar­dagin
24.02.2021
Nýggir Hybrid-prísir