Tíðindi
Aftur til yvirlit
01.02.2022

Reyni Service fyllir 75

Í dag - 1. februar - eru liðin 75 ár, síðani Sigird av Reyni byrjaði fyritøku sína

Á Reyni Service eru vit bæði fegin og errin um, at navnabrævið hevur nátt trýkvartari øld. 
Hóast fyritøkan soleiðis telist millum tær drúgvu í landinum, so leggja vit framvegis dent á at vera ein nýmótans fyritøka, sum støðugt tillagar seg broytta kundatørvin. 
Umframt at vera bilasøla fyri Toyota og Lexus, hava vit á Reyni Service eisini eitt sera framkomið mekaniskt verkstað, størsta lakkverkstað í Føroyum, goymslu við stórum dekkhotelli og eisini hava vit Ditec, sum veitir bilviðgerð og -klárgerð. Sum einasta bilasøla í landinum hava vit eisini tvær deildir. Umframt Reyni Service í Hoyvík eru vit eisini at finna í Klaksvík, har vit hava bæði bilasølu og verkstað.
Sámal av Reyni, sum nú er stjóri, er abbasonur Sigird av Reyni og sonur Eivind av Reyni, sum í drúgt áramál var ímyndin av Reyni Service.
Í sambandi við føðingardagin er ein grein at lesa í Sosialinum, sum varð borin í hvørt húsarhald í gjár.
Sjálvi ætla vit avgjørt eisini at halda dagin, men nú korona framvegis argar nakað, hava vit valt at halda dagin seinni í ár :)

Fleiri tíðindi

13.07.2022
Útsøla
23.06.2022
Starvs­fólka­útferð
28.04.2022
75 ára føðingardagur
29.03.2022
Lærlingur Klaksvík
07.02.2022
Nýggjur bilmekanikari
03.01.2022
Toyota mest seldi bilur í 2021
22.12.2021
Upplatingartíðir á jólum