Bilfígging

Fígging við rentu úr einans 6,45%

Við sera lagaligari fígging kann Reyni Service bjóða tær góðar treytir við einum lágum útgjaldi og sera kappingarførari rentu. Reyni Service fíggjar nýggjar og brúktar bilar. Útgjaldið skal vera í minsta lagi 20 %, tó í minsta lagi 20.000 kr.

Um fíggingina

Afturgjaldstíð: Í samband við keyp av nýggjum bili kann bilurin fíggjast yvir 7 ár. Brúktir bilar skulu verða afturgoldnir áðrenn teir eru 10 ár. Um t.d ein bilur er 6 ára gamal, kann afturgjaldstíðin vera upp til 4 ár.

Við einari fígging frá Reyni Finans hevur tú møguleika at velja skiftandi rentu ella at fastlæsa rentuna.

Avgreiðsla: Fíggingin fer fram av sølufólki okkara og kann avgreiðast, meðan kundin bíðar.

Renta: Við einari fígging frá Reyni Finans hevur tú møguleika at velja skiftandi rentu ella at fastlæsa rentuna. Skiftandi rentan verður ásett út frá útgjaldinum. Størri útgjaldið er, lægri rentu fært tú bjóðað. Rentan verður ásett út frá hesi talvu:

Útgjald Renta
20-30% 7,25%
30%+ 6,45%


Samleikaprógv
: Hjá privatum skulu vit hava avrit av samleikaprógvi við mynd, sum t.d. koyrikort ella pass. Virkir skulu hava avrit av partafelags-tekningarútskrift, ið er minni enn eitt ára gamalt.

Trygd: Reyni Finans tekur veð í bilinum og krevja tí, at bilurin verður skrokktryggjaður.

Útgjald: Miðað verður ímóti at hava eitt útgjald uppá minst 25%, tó ikki minni enn 20% - ella í minsta lagi 20.000,-. Tað kann vera virði ella frívirði av býtisbili, reiðum peningi ella bæði. 


Standardupplýsingar viðv. kreditkostnaðinum

Árlig renta % p.a. Effektiv renta % p.a. ÁKP (árligur kostnaður í %)
Lægsta Hægsta Lægsta Hægsta Lægsta Hægsta
6,45 8,25 6,64 8,57 8,39 10,39



Fortreytir fyri útrokning av árliga kostnaðinum í %

Samlað kreditgjald: 200.000 kr

Áramál: 7 ár

Gjaldsháttur: Annuitetslán

Veðseting: Veðbræv áljóðandi 200.000 kr

Fyrivarni verður tikið fyri villum.

Rokna bilfígging

Gjald pr. mðr.
1.275 kr.