Um okkum

Vælkomin til Reyni Service

Tað eru meiri enn 70 ár síðan, at virksemið hjá Reyni Service byrjaði. Reyni Service umboðar í dag Toyota og Lexus í Føroyum, og gevur hetta okkum møguleikan at lata føroyingum bilar í hægsta dygdarflokki. Tey seinastu nógvu árini hevur Toyota ligið ovast í samband við sølu av nýggjum bilum, og kann tað sanniliga kallast Føroya mest selda bilmerki.

Góð tænasta

Góð tænasta hevur nógv at siga fyri okkum, og øll á Reyni Service hava sett sær sum mál at verða kend fyri at geva viðskiftafólki okkara eina dygdargóða tænastu á høgum støði. Sum tygara bilasøla kunnu vit, umframt sølu, veita tykkum eina fullfíggjaða vøruskrá við øllum hentleikum og tænastum.