Privatlívspolitikkur

Privatlívspolitikkur fyri nýtslu av heimasíðuni

Innleiðsla

Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Dátuábyrgdari

Reyni Service
Vegurin Langi 41
188 Hoyvík

Telefon: 35 30 50
Teldupostur: rs@reyniservice.fo

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónsupplýsingum

Tá ið tú sendir okkum eina umsókn til skúlaheimið, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum, er at viðgera og svara umsóknini sum tú sendir okkum, umframt at útinna neyðug praktiskt viðurskifti í sambandi við hetta.

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum

Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

  • Fult navn
  • Telefon
  • Teldupostur

Víðarigeving av upplýsingum

Vit víðarigeva tínar upplýsingar til okkara dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Øll viðgerðin sum okkara dátuviðgerðar gera av tínum upplýsingum, verður gjørd eftir einari dátuviðgerðaravtalu, sum vit hava gjørt við dátuviðgerarnar.

Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?

Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy.

Boðini, ið verða send ígjøgnum Mandrill, verða síðani goymd á telduposti frá Microsoft, ið m.a. Heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Microsoft kanst tú lesa her: https://privacy.microsoft.com/en-us/privacystatement.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Upplýsingarnar, sum vit innsavna umvegis frymilin á heimasíðuni verða ?