Bilskaðar
Er skaðin hendur?
Um tú skuldi verið so óheppin at fingið buklu á bilin, ert tú vælkomin at gera bilin aftur hjá okkum. Lakk og plátuverkstaðurin er útgjørdur við øllum hentleikum, og lýkur øll tey ásettu umhvørvis- og lógarkrøvini. Eisini hava vit dugnaligar plátusmiðir og lakkerarar, við góðum útbúgvingum og arbeiðsroyndum. Góðska verður sett í hásæti, tí geva vit garanti uppá allar umvælingar vit gera.
Okkara drúgvu royndir innan skaðaumvælingar gera, at vit ikki avmarka okkum til okkara egnu bilmerkir. Heldur ikki er nøkur uppgáva, vit ikki vilja átaka okkum.
Latið okkum geva tær eitt óbindandi tilboð uppá at umvæla bil tygara.
Samband
Telefon: 35 30 50
Teldupost: plv@rs.fo