Tíðindi
Aftur til yvirlit
01.04.2020

Reyni Service er ársins rúmligi arbeiðsgevari

Fríggjadagin hevði føroyska Almannaverkið ráðstevnu undir heitinum, Vit vilja gera mun. Ein partur av ráðstevnuni var at kjósa ársins rúmliga arbeiðsgevara. Ein heiður sum fyrstu ferð varð latin í 2015, og sum verður latin arbeiðsplássi, sum í serligan mun hevur verið við til at betra um starvsmøguleikar hjá fólki við serligum tørvi. Tað eru sosialráðgevar, sum innstillað arbeiðspláss, og síðani ger ein dómsnevnd av, júst hvør arbeiðsgevari skal fáa heiðurin hetta árið.
Í ár fall valið á Reyni Service. Í innstilling síni hevði sosialráðgevin skrivað, at Reyni Service hevur víst heilt serstakt tol, góð evni at seta seg inn í støðuna hjá borgarunum, og at felagið dugdi sera væl at seta hóskandi krøv.
Harumframt varð undirstrikað, at Reyni Service var farið langt út um tað, sum kann væntast av einum arbeiðsgevara. Úrslitið er, at borgararnir trívast í starvi sínum, hava fingið styrkt sjálvsálit og sjálvsvirði og eru í dag ein samvirkin partur av arbeiðsplássinum.
Umframt heiðursbræv og blómur fekk Reyni Service eisini eina framúr vakra standmynd, sum brúkarar á Verkstaðnum Vón hava tilevnað.
Sámal av Reyni, stjóri, tók vegna Reyni Service ímóti heiðrinum, og hann vísti á, at hann var bæði errin og eyðmjúkur um at taka ímóti.
- Av ymsum ávum eru tað fólk í samfelagnum, sum ikki hava fingið somu møguleikar, sum flestu okkara. Sum fyritøka kenna vit tað sum okkara skyldu at hjálpa hesum á rætta leið, og ofta skulu tey bara hava eitt skump og kenna virðing, áðrenn tey kunnu virka á jøvnum føti við onnur starvsfólk.
- Vit kunnu sjálvandi ikki lyfta øllum, men vit royna at lyfta okkara part. Tað er gleðiligt, at Almannaverkið við hesum setir fokus á ein rúmligari arbeiðsmarknað, og vónandi kann ein slíkur heiður eisini virka sum íblástur hjá øðrum, soleiðis at vit øll kunnu lyfta okkara lítla part, segði Sámal av Reyni millum annað. Týsdagin fekk Reyni Service vitjan av Edvard Heen, stjóra á Almannaverkinum, og Halli Thomsen, depilsleiðara. Við sær høvdu teir báðir okkurt gott omaná døgurðan hjá starvsfólkunum.
Á myndini síggjast Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum og Lennart Magnusson, umboð fyri Verkstaðið Vón, sum hevur gjørt standmyndina

Fleiri tíðindi

06.03.2024
Starvs­fólkadagur
22.12.2023
Upplatingartíðir á jólum
23.06.2023
Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið
26.04.2023
Leygar­dagin 29 apríl er opið hús.
20.04.2023
Stongt manadagin 5 juni.
09.03.2023
Starvs­fólka fundur
13.07.2022
Útsøla