Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið
Kom í læru hjá Reyni Service, Føroya størsta og fremsta plátu- og lakkverkstaði. Dreymastarvið hjá tær sum dámar at arbeiða við bilum.
Vit leita eftir tveimum lærlingum til plátuverkstaðið og tveimum lærlingum til lakkverkstaðið.
Í einum stórum, ungum toymi lærir tú av teimum bestu plátusmiðunum og lakerarunum í landinum. Tú arbeiðir við øllum møguligum bilum og sleppur at umvæla alskyns skaðar.
Vit vænta, at tú hevur hug at læra og dugir at samstarva, og at tú ikki ræðist spennandi avbjóðingar.
Koyrikort er ikki eitt krav, men er tó ein fyrimunur.
Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini verða sett og lønt sambært galdandi lærlingasáttmálum. Lærlingaútbúgvingin inniber skúlagongd í Danmark.
Umsóknarfreistin er 8. september 2023.
Umsóknin við viðkomandi skjølum skal sendast til starv@rs.fo, viðmerk lakerari ella plátusmiður.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um størvini, fyritøkuna ella annað, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ólav Paulason, verkførara á plátuverkstaðnum, á 35 30 52 ella teldupost op@rs.fo