Tíðindi
Aftur til yvirlit
01.04.2020

Hví skifta vit til summardekk?

Fuglarnir láta og trøðini spíra. Tað merkir, at várið er komið, og tíðin er komin at skifta yvir til summardekk. Men hví skifta vit til summardekk í heila tikið?

Hví skifta dekk?

Hóast tað eitur summardekk, so koyra vit við teimum tað mesta av árinum. Og tí skulu tey tola nógv av. Tað er ikki lógarkrav at koyra við summardekkum um summarið, men títt dekkval hevur ómetaliga stóran týdning fyri trygdina á vegnum – óansæð um tað er summar ella vetur. Vanliga skifta vit til summardekk, tá hitin fer upp um 7 hitastig. Og hartil kann ein altíð meta út frá minsta kravinum í dekkmynstrinum, um dekkið er hóskandi. Hetta er umráðandi viðvíkjandi trygdini, tí dekkið skal hava gott samband við vegin. Tí er tað ikki nóg mikið at hava ein bil, har td. bremsur, stýring og stoytdoyvarar virka perfekt, um dekkmynstrið er niðurslitið.

Lógarkravið er, at tíni dekk skulu hava minst 1,6 mm dekkmynstur. Afturat dekkmynstrinum er eisini hitin galdandi, og tá tað á morgni og kvøldið er yvir 7 hitastig í miðal, verður rátt til summardekk. Í bremsiroyndum hjá FDM og "Rådet for Større Dæksikkerhed" vísa úrslitini, at bremsilongdin á summardekkum er eina heila billongd styttri enn við vetrardekkum í 12 hitastigum og koyring við 80 km/t.

Summardekk hava sostatt besta vegfestið í meiri hita. Og ikki bert tað - í summarhálvunum hava summardekkini eisini bestu koyrieginleikarnar, larma minni, halda betri og halda brennievnisnýtsluni niðri.

Hjá Reyni Service hava vit tey bestu summardekkini til tín tørv.

Góðan túr!

Fleiri tíðindi

06.03.2024
Starvs­fólkadagur
22.12.2023
Upplatingartíðir á jólum
23.06.2023
Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið
26.04.2023
Leygar­dagin 29 apríl er opið hús.
20.04.2023
Stongt manadagin 5 juni.
09.03.2023
Starvs­fólka fundur
13.07.2022
Útsøla