Tíðindi
Aftur til yvirlit
27.04.2021

Dekkskift 1. mai

Vit hava opið leygardagin, so summardekkini kunnu koma undir bilin

Summarið er í nánd, og tá ræður eisini um at gera bilin summarkláran.
Tað hevur sera stóran týdning, at bilurin er rætt skøddur. Verða vetrardekk nýtt um summarið, hava tey ikki eins got vegtak, sum summardekk hava, og tað kann seta trygdina í vanda, um illa vil til.
Hartil hava vetrardekk bleytari gummiblanding, og tí slítast tey nógv skjótari, enn summardekk gera.
Hjá Reyni Service hava vit eitt stórt úrval av góðsku-dekkum frá Goodyear, Yokohama og Sava. Vit hava stórt dekk-hotel, har tú kann hava dekkini liggjandi, og vit hava ein breiðan starvsfólkahóp, sum stendur til reiðar at hjálpa viðskiftafólkunum. Eisini, tá dekkini skulu skiftast
Leygardagin 1. mai hava vit opið frá klokkan 10 til 16. Vit skifta dekk allan dagin á tamb, so tað er leggja leiðina fram við hjá Reyni Service.

Fleiri tíðindi

19.04.2021
Vakrasti bilurin
20.03.2021
Ársins bilur í Europa 2021
20.03.2021
Pauli 25 ár á Reyni Service
02.03.2021
Vetrar­tilboð á Ditec
26.02.2021
Opið hús leygar­dagin
24.02.2021
Nýggir Hybrid-prísir
23.02.2021
Hybrid-sølan setir met