Tíðindi
Aftur til yvirlit
03.03.2025

Goymslulærlingur til Reyni Service.

Dámar tær at hava skil á tingunum? Og arbeiðir tú skipað? So er hetta nakað fyri teg! Vit leita eftir einum goymslulærlingi til deildina í Havn.

Sum lærlingur hjá okkum verður tú partur av einum toymi, sum tryggjar, at goymslan altíð er væl skipað, og at bæði verkstaðið og kundar fáa tað, tey hava brúk fyri. Tú lærir alt frá vørumóttøku og skráseting, til útflýggjan og goymslustýring. Tað er ein spennandi gerandisdagur, har tú kemur í samband við nógv fólk og arbeiðir við nógvum ymiskum  uppgávum.

Vit vænta, at tú:
-        Hevur gott yvirlit og arbeiðir ábyrgdarfullt

-        Dugir at samstarva og hevur gott arbeiðslag

-        Dámar at hava skil á tingunum og at arbeiða skipað

-        Tað er ein fyrimunur, um tú hevur búskaparbreyt

Vit bjóða:
-        Eitt fjølbroytt og læruríkt arbeiði við góðari upplæring

-        Ein skipaðan og spennandi arbeiðsdag við nógvum ymiskum uppgávum

-        Góðan felagsskap og eitt toymi, sum hjálpir og stuðlar tær

-        Møguleikan at menna teg bæði fakliga og persónliga

Hví velja Reyni Service?
Reyni Service er ein av størstu og elstu fyritøkunum í føroysku bilvinnuni. Vit hava arbeitt við bílum í meira enn 75 ár og hava bæði søluhøll, verkstað og goymslu í Havn og Klaksvík. Til samans eru vit umleið 60 starvsfólk, og vit leggja stóran dent á góðsku, trivnað og kundanøgdsemi.

Send umsóknina til starv@rs.fo við evninum “Goymslulærlingur”. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Alex Jacobsen á 353058.

Fleiri tíðindi

01.05.2025
Hví skifta vit til summardekk?
03.03.2025
Goymslulærl­ingur til Reyni Service.
16.12.2024
Upplatingartíðir á jólum
07.10.2024
Lat okkum skifta dekkini
05.08.2024
Summarferia í Klaksvík
23.06.2023
Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið
26.04.2023
Leygar­dagin 29 apríl er opið hús.