Tíðindi
Aftur til yvirlit
03.01.2022

Toyota mest seldi bilur í 2021

Hagtølini hjá Akstovuni staðfesta, at Toyota í 2021 var best umtókta bilmerki her á landi

Ikki færri enn 294 nýggir Toyota bilar vórðu seldir í Føroyum í 2021, og hetta er meira, enn nakað annað merki kann visa á.

Síðani Reyni Service í 1980 fekk umboð upp á Toyota í Føroyum, hevur japanska dygarmerkið støðugt verið millum mest seldu bilamerkini, og vit eru errin av, at vit aftur í 2021 vórðu mest selda bilamerkið.

Mest selda modellið hjá Toyota var Rav4, meðan Yaris var tann, sum næst flestu Toyota-keyparar valdu at ogna sær.

Á Reyni Service eru vit errin av, at vit umboða best umtókta bilamerkið í Føroyum. Hetta hevði ikki verið gjørligt uttan okkara mongu dugnaligu starvsfólk, og hetta hevði als ikki verið gjørligt, var tað ikki fyri mongu og trúgvu viðskiftafólk okkara.

Takk fyri 2021. Vit gleða okkum til 2022, har vit eisini koma at síggja fleiri spennani tíðindi frá Toyota.

Fleiri tíðindi

22.12.2021
Upplatingartíðir á jólum
26.11.2021
10 ára garanti frá Toyota
23.06.2021
Kom og royn Rav4 Plugin
26.05.2021
Fyrstu el-útgávur­nar av Lexus
19.04.2021
Vakrasti bilurin
20.03.2021
Ársins bilur í Europa 2021
20.03.2021
Pauli 25 ár á Reyni Service