RZ 450e
Aftur til yvirlit
Slag
Persónbilur / SUV
HK
313
RZ 450e

Nýggi Lexus RZ450e koyrir líka gott sum hann sær út

Við síni serstøku sniðgeving skilir fyrsti fult elektriski bilurin hjá Lexus seg út sum ein nýmótans luksus SUV. RZ450e hevur eitt snøgt og eygafangandi tvílitt snið við flottum linjum, sum framheva tað sportligu útsjóndina á bilinum

Eisini hevur hann framúr góðar koyrieginleikar, tað lága tyngdarpunktið og nýggja "DIRECT4" elektriska fýrahjólstrekkið gevur sterka akselerasjón, neyva handfaring og ultraresponsiva bremsing.
Alt hetta, sum gevur eina uppliving, ið Lexus kallar "Lexus Driving Signature", er eitt eindømi.

Bilurin sveimar nærmast avstað á vegnum, tú fert samtíðis at uppliva ein bil, sum er klárur at taka tær krøppu sneiðingarnar. DIRECT4-skipanin hevur ein 150kW e-akselmotor framman og ein 80kW e-akselmotor aftan, hetta ger at hann støðugt skiftur ímillum forhjólstrekk og bakhjólstrekk, fyri at forbetra koyriupplivingina. RZ hevur eitt koyristrekki á 400km*, og kann løða frá 0 til 80% uppá eitt sindur meira enn 30min, við skjótløðing.

*sambært WLTP háttinum

Rokna bilfígging

Gjald pr. mðr.
1.275 kr.
Treytir fyri bilfígging
*Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri.
*Rentan er skiftandi
*Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 20% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 100.000 kr.
*Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.
Keyp ein Toyota

Ongar útreiðslur til viðlíkahald í 3 ár

Tá tú keypir ein nýggjan Toyota, fært tú ein 3 ára servicepakka við í keypinum*

Ein Toyota 3 ára servicepakki fevnir um øll eftirlit, allar umvælingar, allar eykalutir og alt vanligt viðlíkahald. Servicepakkin er galdandi í 3 ár ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 90.000 km.

  • Ókeypis árligt og hálvárligt eftirlit
  • Ókeypis umvælingar
  • Ókeypis Toyota eykalutir
  • Ókeypis viðlíkahald og skift av bremsum
  • Ókeypis olja, løgir og skift
  • Ókeypis perur og skift
  • Ókeypis viskarar og skift
  • Ókeypis sprinklaraløg og áfylling
  • Ókeypis filtur og skift
  • Ókeypis bilhjálp í Evropa
    Toyota bilhjálp er galdandi í Føroyum og í meira enn 40 londum í Evropa. Toyota bilhjálp umfatar millum annað hjálp í sambandi við ferðsluóhapp, punktering, innistongdar lyklar, tóman bensintanga, skeivt brennievni og um bilurin er tómur fyri streym.
  • Ókeypis vask av bili ísv. eftirlit
  • Ókeypis tøkniligar dagføringar
  • Hægri søluvirði á bilinum
    Er bilurin viðlíkahildin av serfrøðingum og eftir forskriftunum, hevur hann eitt hægri søluvirði.

* Toyota 3 ára service pakkin er galdandi fyri allar nýggjar persónbilar.
  Servicepakkin er ikki galdandi fyri vøruvognar, hýruvognar og skúlavognar.

Send fyrispurning

Sølufólk

Høgni Háberg Hansen
Fríðrikur Jakobsen
Kristian Gustafson