Proace City
Aftur til yvirlit
Slag
Vørubilur
HK
102 - 130
CO2-útlát
140 - 156
Orkuklassi
A+
Km / l
14,1 - 18,9
Proace City

Fittligi handverkarabilurin

Við nýggja ProAce City hevur Toyota skapt sær enn eitt sterkt kort á marknaðinum fyri vinnubilar.
ProAce City er ein minni vøruvognur, sum er bæði smidligur og fjøltáttaður, og er tí sera lættur í býarkoyringini.
Við góðari fjarstøðu millum akslarnar, hevur bilurin gott pláss til amboð og tilfar, og eitt nú kunnu tveir euro-plattar standa lið um lið.
Bilurin sjálvur lastar eitt tons, og hann kann toga 1.350 kilo, so tær nýtist ikki at óttast, at fittligi ProAce City ikki skal makta uppgávuna.

(Upplýstu virðini eru eru ávíkavist tey lægstu og hægstu í motorúrvalinum, og umboða tí ikki neyðturvuliga eina ávísa modelsamanseting. Upplýsta nýtslan av brennievni og CO2-útláti er roknað út frá ES-ásetingum. Veruliga nýtslan kann víkja frá hesum - alt eftir, hvussu koyrt verður. Upplýsti prísurin er lægsti prísur, og er tí kki neyðuturvuliga galdandi fyri bilarnar á myndunum.)

Rokna bilfígging

Gjald pr. mðr.
1.275 kr.
Treytir fyri bilfígging
*Lánið skal vera útgoldið tá bilurin er 10 ár ella yngri.
*Rentan er skiftandi
*Við ongum bili í býti, rindar kundin eitt útgjald uppá 20% við yvirtøku av bilinum, svarandi til 100.000 kr.
*Útgjaldið er í minsta lagi 20.000 kr.
Keyp ein Toyota

Ongar útreiðslur til viðlíkahald í 3 ár

Tá tú keypir ein nýggjan Toyota, fært tú ein 3 ára servicepakka við í keypinum*

Ein Toyota 3 ára servicepakki fevnir um øll eftirlit, allar umvælingar, allar eykalutir og alt vanligt viðlíkahald. Servicepakkin er galdandi í 3 ár ella í mesta lagi til bilurin hevur koyrt 90.000 km.

  • Ókeypis árligt og hálvárligt eftirlit
  • Ókeypis umvælingar
  • Ókeypis Toyota eykalutir
  • Ókeypis viðlíkahald og skift av bremsum
  • Ókeypis olja, løgir og skift
  • Ókeypis perur og skift
  • Ókeypis viskarar og skift
  • Ókeypis sprinklaraløg og áfylling
  • Ókeypis filtur og skift
  • Ókeypis bilhjálp í Evropa
    Toyota bilhjálp er galdandi í Føroyum og í meira enn 40 londum í Evropa. Toyota bilhjálp umfatar millum annað hjálp í sambandi við ferðsluóhapp, punktering, innistongdar lyklar, tóman bensintanga, skeivt brennievni og um bilurin er tómur fyri streym.
  • Ókeypis vask av bili ísv. eftirlit
  • Ókeypis tøkniligar dagføringar
  • Hægri søluvirði á bilinum
    Er bilurin viðlíkahildin av serfrøðingum og eftir forskriftunum, hevur hann eitt hægri søluvirði.

* Toyota 3 ára service pakkin er galdandi fyri allar nýggjar persónbilar.
  Servicepakkin er ikki galdandi fyri vøruvognar, hýruvognar og skúlavognar.

Send fyrispurning

Sølufólk

Høgni Háberg Hansen
Fríðrikur Jakobsen
Kristian Gustafson
Magnus Tróndheim