Tíðindi
Aftur til yvirlit
18.11.2024

Móttøkufólk / lærlingur til móttøkuna

Brennir tú fyri at veita eina góða tænastu og at hjálpa øðrum? Ert tú fyrikomandi, og ynskir tú eitt starv í eini fyritøku, har nøgdsemið og kundatænasta eru í hásæti?  So er tað kanska tær, vit leita eftir.

 

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum fólki / lærlingi til móttøku okkara í Havn. Tú kemur at virka sum móttøkufólk og samstundis at hava ábyrgd av leigubilunum.

 

 

Vit vænta, at tú:

Ert í minsta lagi 18 ár
Ert tænastusinnað/ur
Ert ágrýtin og álítandi
Tekur ábyrgd við einum smíli
Kanst arbeiða sjálvstøðugt
Tosar og skrivar føroyskt
 

Tínar uppgávur eru eitt nú

·        at taka ímóti kundum

·        hjálpa starvsfeløgum við fyrifallandi uppgávum

·        hava ábyrgd leigubilum

 

 

Vit bjóða:

Eitt spennandi og ábyrgdarfult starv í einum livandi umhvørvi. Gerandisdagurin er væl skipaður, tónin er lættur, og tú kemur at virka saman við dámligum og dugnaligum starvsfelagum. Tú fært alla neyðuga vegleiðing og upplæring fyri at kunna útinna fjølbroyttu uppgávurnar til lítar.

Reyni Service hevur virkað í føroysku bilvinnuni í meira enn 70 ár. Vit leggja stóran dent á góðsku og kundanøgdsemi, og vit kýta okkum hvønn dag fyri at geva kundanum bestu uppliving og tænastu. Vit hava tvær deildir, eina í Havn og eina í Klaksvík, og tilsamans starvast 60 fólk hjá Reyni Service.

Vil tú hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sámal av Reyni á tel. 222500. Umsóknir skulu stílast til starv@rs.fo.

Umsóknarfreistin er: 29. novembur 2024.

Fleiri tíðindi

18.11.2024
Móttøku­fólk /­ lærlingur til móttøkuna
07.10.2024
Lat okkum skifta dekkini
05.08.2024
Summarferia í Klaksvík
01.05.2024
Hví skifta vit til summardekk?
23.06.2023
Lærlingar til plátu- og lakkverkstaðið
26.04.2023
Leygar­dagin 29 apríl er opið hús.
20.04.2023
Stongt manadagin 5 juni.